Alvin Joensen, valevni fyri Javnaðarflokkin í Vági
Tað er ikki bert Ingeborg sum kann avbyrgja suðringar. Landsins myndugleikar eru eisini ein stór hóttan. Smyril má undir ongun umstøðum seljast tey fyrstu 2 árini, eftir at nýggi Smyril er komin.
Barnasjúkurnar kunnu verða nógvar við tí nýggja skipinum, og eisini skal hann til eftirlit eftir stuttari tíð. So tað fyrstu tíðina verða vit noyddir at hava eitt avloysara skip um Suðuroyar-leiðin skal kunna fungera.
Í hesum tíðarskeiði kundi han m. a. verði brúktur til at flyta ferskan fisk av landinum tá hann ikki verður brúktur til avloysaraskip. Tað hevði víst, at Suðuroyggin eisini er ein partur av landinum.
Tað kan ikki verða so umráðandi at sleppa av við hetta vælsignilsi, sum hevur verið lívsæðrin hjá Suðuroyingum í mong mong ár.
Man má verða glaður, um tað man hevur og frøast um tað sum kemur aftrat.










