Nú verða húsini seld

Í fjør keypti Tórshavnar Kommuna eini sethúshús inni á Gøtu, sum ætlanin var at gera um til barnagarð til børn við serligum tørvi

Tá ið kommunan keypti húsini, var tað við tí fyri eyga, at ein stovnur skuldi gerast fyri børn, sum ikki kundu nýta vanligu dagansingartilboðini, ið Tórshavnar Kommuna hevur.
Men kommunan hevur ikki heimild til at útvega børnum við serligum tørvi tilboð um á einum serstovni, tí tað hoyrir undir landið.

Landið segði nei
Tórshavnar Kommuna hevði síðani fleiri fundir við Almanna- og Heilsumálaráðið, men hagani vóru boðini greið, at eingin slíkur stovnur var settur á stovn í 2006.
Tí var neyðugt hjá Tórshavnar Kommunu at finna okkurt annað at nýta húsini til. Arbeitt hevur verið við ætlanum um at gera eina lítla vøggustovu í húsinum, men hendan ætlan er nú slept.
Umsitingin hjá býráðnum hevur nú mælt til at selja ognina aftur, og hesum hava bæði mentamálanevndin og fíggjarnevndin tikið undir við. Í kvøld verður málið so viðgjørt á býráðsfundi, og væntandi verður nú endaliga samtykt at selja húsini.