Fríggjadagin var farið undir at tøma bátabrúgvarnar, sum hava ligið á gripanum norðan fyri heimaru bryggju í Klaksvík, og nú verða tær burturbeindar - allar undantikin ein.
Nýggjar bátabrúgvar komu til Klaksvíkar í 2017, og síðani er talið á stuttleikabátum bert økt, sigur Klaksvíkar kommuna, sum hevur goymt gomlu bátabrúgvarnar.
Gomlu bátabrúgvarnar komu til Klaksvíkar í 1973, og tá varð sagt, at tær vórðu egnaðar til bátar, sum ikki vórðu størri enn tíggjumannafør.
– Men sum árini liðu, lógu bátar við tær, ið vóru væl størri enn tíggjumannafør. Hetta kláraðu gomlu brúgvarnar ikki, og var tað so eisini viðvirkandi til, at tær vórðu skiftar út í 2017, sigur Klaksvíkar kommuna.
##med2##
Tær gomlu brúgvarnar vórðu boðnar til sølu, og er ein teirra seld. Restin verður nú beind burtur eftir 44 ára tænastu.