Føroyingar, og grønlendingar, sum eru staddir í Danmark í eitt tíðarskeið í sambandi við útbúgving, ella annað, hava ikki havt sama rætt til at verða koppsett fyri koronu, sum danir hava havt. Tað sama ger seg galdandi fyri aðrar koppsetingar.
Men síðani hevur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, reist málið á Fólkatingi, og í hesum sambandi hevur hann spurt danska heilsumálaráðharran, Magnus Heunicke, um ætlanin ikki er at broyta reglurnar, so at føroyingar og grønlendingar fáa somu umstøður sum danir.
Ráðharrin sigur, at lógin er broytt, og nú eru nýggjar settar í gildið í Danmark, sum tryggjar føroyingum, og Grønlendingum sum eru í Danmark fyribils í útbúgvingarørindum, ella av øðrum orsøkum, sama rætt til at verða koppsett ókeypis fyri koronu, sum danir hava.