Nú verða fólk við fjølbreki koppsett

Tey vænta framvegis, at allir føroyingar eru koppsettir um mánaðarskiftið juni og juli

Nú sleppa fólk við fjølbrekið loksins framat at verða koppsett fyri koronu. Tað boðar Heilsumálaráðið frá beint nú.

Heilsuverkið hevur verið fyri hørðum atfinningum tí at fólk við fjølbrekið ikki verða koppsett, tí tað eru tey, sum tola eina ringast at verða sjúk.

– Koppsetingarbólkurin harmast um, at summi heilsuveik fólk hava bíðað leingi eftir at verða koppsett, eru boðini úr Heilsumálaráðnum í dag.

Men mitt í næstu viku kemur nýggj sending av koppingarevni til Føroya, og tá verða fólk við fjølbreki, og onnur heilsuveik koppsett, siga tey. 

Tá ið tey eru koppsett, verða tað tey, sum eru hava fylt 65, og sum fáa persónliga røkt og hjálp til tað praktiska, sum standa fyri tørni.

Heilsumálaráðið endurtekur, at koppsetingarætlanin er løgd eftir tilmælum frá heimsheilsustovninum WHO, tí har hava tey lagt stóran dent á, at heilsustarvsfólk eru í fremstu røð at verða koppsett.

Endamálið við tí var at leggja ein ring rundan um tey gomlu og heilsuveikastu fólkini í samfelagnum, samstundis sum tað verður tryggjað, at hópurin av heilsu- og røktarstarvsfólki, ikki verður raktur av sjúkrafráveru í stórum tali. Eftir hetta varð farið undir at koppseta onnur, og byrjað varð við at koppseta teir mest útsettu bólkarnar fyrst.  

Men nú er komið so mikið langt við koppsetingini, at tað skjótt verður komið á mál við at koppseta heilsuveik fólk, og fólk, sum sera illa tola at gerast sjúk.

 

Koppsetingarbólkurin sigur, at orsøkin til, at tað ikki hevur gingiðso skjótt sum upprunaliga ætlað, er, at vit ikki hava fingið so nógv koppingarevnið, sum roknað var við av fyrstan tíð.

Men gongst sum væntað, verður meiri koppingarevni skjótt til taks, og sum tað líður út á várið, verður nokk av koppingarevni.

Tískil væntar koppsetingarbólkurin framvegis, at allir føroyingar eru koppsettir um mánaðarskiftið juniog juli í ár, sigur Heilsimálaráðið.