Tað var Urd Johannesen, limur í Havnarkórinum, sum í 1999 setti í gongd verkætlan, ið hevði til endamáls át fáa til vega eitt tónlistaverk í samband við 100 ára føðingardag Jørgen-Frantz Jacobsen.
Tað eydnaðist henni at fáa til vega neyðugan pening og stuðul og í september 1999 setti tónaskaldið Sunleif Rasmussen seg at skriva verkið. Hann var liðugur eitt ár seinni, í november 2000.
Verkið hevur heitið »Ferðin« og Havnarkórið hevur vant verkið undir leiðslu av Ólavi Hátún og við fylgispæli Jóhannes Andreasen.
Í vikuskiftinum kom Sunleif heim á klettarnar at venda og venja. Hann kom til Føroya fríggjakvøld og vandi við Havnarkórinum leygardag og fór síðani avstað aftur til Danmarkar, har hann býr, sunnumorgun.
Leygardagin vandi Havnarkórið Ferðina í Santa Frants Skúla, saman við tónaskaldinum, og eftir venjingina segði Sunleif Rasmussen seg vera væl nøgdan.
Frumsýning skjótt
Verkið Ferðin bleiv ikki veruleiki til sjálvan føðingardagin hjá Jørgen-Frants, men hetta var greitt longu frá byrjan.
Men um ikki so langa tíð verður Ferðin framførd, nevniliga tann 31. mars. Hetta verður í Norðurlandahúsinum. Talan verður um kór, solistar og orkestur. Tað verður Bernhard Wilkinson, ið skal stjórna, tá verkið verður framført. Hann stjórnaði eisini, tá fyrsta føroyska symfoniin varð framførd fyri lítlum ári síðani. Eisini tá var Sunleif Rasmussen tónasmiður.
Lesið meira um Ferðina í blaðnum leygardagin.