Hóast samlaða afturgongd, so vísti uppgerðin, tá ið knappliga tveir triðingar av atkvøðunum vóru taldar, at stjórnin hjá Geir H. Haarde forsætismálaráðharra í Íslandi hevur tepran meiriluta í Altinginum aftanfyri seg Tað er stórur spenningur í Íslandi. Har telja tey framvegis eftir Altingsvalið, sum var leygardagin. Fyrstu uppteljingarnar vístu, at stjórnin hevði mist meirilutan í tinginum. Men myndin er broytt seinastu tímarnar, og tá ið 57,6 prosent av atkvøðunum vóru taldar, var myndin tann, at stjórnarflokkarnir, Sjálvstaðisflokkurin og Framsóknarflokkurin, høvdu 32 av 63 tingmonnum aftanfyri seg.
Sjálvstaðisflokkurin hevur vunnið tríggjar sessir afturat og hevur nú 25. Framsóknarflokkurin hevur mist fimm sessir og hevur nú sjey. Harvið eiga stjórnarflokkarnir tilsaman 32 av 63 tingmonnum í nýggja Altinginum.
Í løtuni eigur Samfylkingin 18 sessir ella tveir færri enn higartil. Vinstru-grønu eiga 9 tingmenn, sum er 4 fleiri, og Frælslynti flokkurin hevur framvegis 4 tingmenn. Harvið eiga andstøðuflokkarnir í alt 31 tingmenn.
Formansumfarið í sjónvarpinum var ikki fyrrenn klokkan knappliga hálvgum tvey íslendska tíð. Tá var framvegis ikki greitt, hvussu endaliga úrslitið fór at vera.
Stóri spurningurin er ? uttan mun til um stjórnarflokkarnir varðveita tepran meiriluta ella ikki ? um tað verður stjórnarskifti. Í Íslandi eru tað fleiri, sum rokna við, at Framsóknarflokkurin fer úr stjórnini, nú flokkurin hevur tapt valið, og nú floksformaðurin, Jón Sigurðsson, ikki er afturvaldur í Altingið.