Avgerðin á flokstinginum hjá Tjóðveldisflokkinum hóskvøldið um at lata Tórbjørn Jacobsen stilla upp fyri flokkin gjørdist ovboðið hjá næstformanninum í Eysturoyar Tjóðveldisfelag, Jón Tyril.
-Tá ein flokkur ikki virðir sínar egnu samtyktir rýkur alt trúvirðið. Ein samd tingmanning skrivaði undir eina samtykt at útihýsa Tórbjørn úr tingbólkinum, og eykaflokstingið fyri jól heitti á tingmanningini at seta í verk sína egnu samtykt, men nú gongur flokkurin brádliga ímóti teirri samtyktini, og tað kann eg ikki standa inn fyri. Tað er eisini ein stór andsøgn, tá formaðurin alment gevur til kennar, at hann einki álit hevur á Tórbjørn Jacobsen, og síðan leggur uppskot fram um, at teir skulu vera á sama lista, heldur Jón Tyril.
Gøtumaðurin sigur seg ikki kenna seg aftur í Tjóðveldisflokkinum longur, og tí hevur hann tikið avgerðina um at taka seg úr flokkinum.
-Tjóðveldisflokkurin kann ikki bjóða seg fram at stýra einum demokratiskum samfelagi, tá flokkurin ikki megnar at virða sína egnu innanhýsis deomkratisku samtyktir, vísir Jón Tyril á.
Bakka ov nógv
Tað er ikki bert avgerðin hjá flokkinum á flokstinginum hóskvøldið, sum gjørdi, at Jón Tyril valdi at takka fyri seg í Tjóðveldisflokkinum. Hann vísir á, at eitt høvuðseyðkenni í Tjóðveldisflokkinum seinastu árini er, at flokkurin er inkonsekventur, og hetta kann hann ikki áhaldandi góðtaka.
-Tað er tíverri eitt afturvendandi mynstur, at flokkurin velur at bakka. Vit sóu tað í samband við ætlaðu fólkaatkvøðuna í 2001, brævið til ST, og nú í samband við innanhýsis trætuna. Leiðslan í flokkinum er snøgt sagt ov veik og bakkar ov nógv, sigur Jón Tyril.
Velur Jón Tyril Tjóðveldisflokkin 8.februar?
-Nei tað geri eg ikki. Eg ætli mær slettis ikki á val.