Nývalda nevndin skipað seg

Føroysk Verkætlanarleiðsla, felag fyri fólk, sum arbeiða við verkætlanarleiðslu í Føroyum, varð stovnað í Havn mikudagin 18. mai. Føroyska felagið er deild av donskum landsfelag

ÍÍ fyrstu nevndina komu Árni Jakobsen, umboðandi verkfrøðingafelagið Sofus M. Jakobsen, Kári Dal-Christiansen, Føroya Tele, og Regin V. Dalsgaard, Isuus Mobil, Sigurd Lamhauge, Norðoyartunnilin, og Súni Christiansen, Landsverk. Nevndin skipaði seg við Árna Jakobsen sum formanni.