Næststørsti islamistiski flokkurin í Egyptalandi, al-Nour, tekur nú undir við kravinum frá andstøðuni um nýval, og gongur sostatt ímóti eini samgongu av islamistiskum flokkum í egyptiska tjóðartinginum.
Herurin ætlar at leggja fram eina ætlan um, hvussu kreppan í landinum skal loysast, um politikararnir ikki sjálvir finna út av tí, í seinasta lagi í dag.
Fólkið og herurin krevja, at Mohamed Morsi, forseti, leggur frá sær í dag, og at útskrivað verður nýval, men hesum kravi hevur forsetin víst aftur.
Samstundis missir Morsi undirtøku, bæði politiskt og í fólkinum, og higartil størsta slagið man vera, at uttanríkisráðharrin, Mohamed Kamel Amr, og tríggir aðrir ráðharrar hava valt at lagt frá sær.