Tað er nakað síðani, at umsitingin hjá løgtingsskrivstovuni og allar nevndirnar uttan fíggjarnevndini fluttu úr gamla apotekið og oman í húsini, har Dimmalætting helt til, og nú verður arbeitt við at umvæla gamla apotek, soleiðis at hølini vera betri egnað til arbeiðið hjá flokkunum og fíggjarnevndini.
Arbeiðið skal eftir ætlan vera liðugt ólavsøkudag, og tað verður roknað við, at ætlanin fer at halda.
Tá farið verður til verka í politiska arbeiðnum eftir ólavsøku, fer fíggjarnevndin at halda til í ovalu hølunum út ímóti Áarvegnum, har apotekið var.
Flokkarnir hava hølini í erva. Onkrar umbýtingar hava verið, tí onkrir flokkar so at siga eru vaksnir úr hølunum, sum teir hava havt. T.d. er politiska manningin hjá tjóðveldisflokkinum farin úr fýra tingmonnum og upp í átta tingmenn og tríggjar landsstýrismenn, og tað vil aftur siga, at hjá teimum er neyðugt við nógv størri rúmd, tá teir skulu hava innanhýsis fundir. Politiksa manningin hjá fólkaflokkinum er vaksin til somu stødd sum tann hjá tjóðveldinum, og eisini javnaðarflokkurin er vaksin eitt sindur, meðan politiska manningin hjá sambandsflokkinum er farin úr átta tingmonnum og trimum landsstýrismonnum og niður í seks tingmenn.
Tað verður løgtingsval aftur í seinasta lagi um trý ár og níggju mánaðar. Spurningurin er so hvørjar flytingar verða neyðugar tá!
jh










