Nýtu aldurnar sum stempul

Talan er um púra nýggja tøkni, sum SeWave ger nýtslu av í alduorkuverkinum. Ella kanska skuldu vit sagt gomul tøkni í nýggjum hami.
Tað serliga í føroysku ætlanini er, at talan er um eina skipan, sum ger nýtslu av alduorku uttan at framleiðslan av teirri orsøk er á opnum havi.
SEV hevur gjøgnum árini gjørt nógvar royndir við boran av tunlum, og við at bora tunlar inn í bergið, skal eitt rúm við skiftandi lufttrýstið skapast. Hetta tí áhaldandi rørslurnat í sjónum skapa ávíkavist undir- og yvirtrýst.
Móðirfelag hjá skotska Wavegem er týska Voigt-Siemens, sum er ein av heimsins størstu turbinu-framleiðarum. Teirra uppgáva er at seta turbinur upp í boraðu tunlunum, og koma hesar turbinur at framleiða orkuna.