Ónýttir fiskidagar koma vinnuni til góðar

Eyðgunn Samuelsen, løgtinskvinna fyri Javnaðarflokkin

 

Nú er tíðin aftur komin har løgtingi skal áseta tal av fiskidøgum fyri komandi fiskiár. Aftur í ár eru hópin av ónýttum døgum í skipanini. Samanlagt hava bólkur 1-4 bert nýtt 67% av tillutaðu døgunum ímóti 75% í árinum fyri. Aftur í ár eru tvey ymisk tilmæli, eitt frá Havstovuni og hitt frá Fiskidaganevndini. Sum so er onki nýtt undir sólini.

Tað kann tykjast líkatil at skerja fiskidagatalið komandi ár við nøkrum % og siga at vit hava lurtað eitt sindur eftir báðum pørtum og halda at so stendur væl til. Hetta rakar ongan tí bert nøkur prosent av tillutaðu døgunum verða nýttir, vil onkur siga. Hetta er bara ikki so, við at skerja fiskidagatalið, sum verðandi skipan er samansett, rakar tað tey skip, og teir fiskimenn, ið dríva fiskivinnuna sum eina vinnu meint.

Óbrúkta dagatalið vísir, at vit hava eina skipan við stórum veikleikum, sum enn onki er gjørt við. At skip og bátar ár undan árið kunna eiga ónýttar dagar, uttan at hesir verða drignir inn aftur til landið, er ein stórur trupuleiki. Hesin trupuleiki viðførðir, at ein niðurskurður í døgunum rakar teir ið hava fiskivinnuna sum sín vinnuveg.

Tí kann politiska skipanin ikki halda fram at lata standa til. Ónýttu dagarnir mugu takast inn so ella so, og síðan tillutast teimum ið eru virknir í vinnuni. Vit mugu innføra brúksskyldu, so fiskivinnan verður ein vinna, ið fær bestu karmar at virka undir. Soleiðis leggja vit lunnar undir, at tey ið starvast í vinnuni kunnu fáa góðar inntøkur. Harvið skapa vit eisini okkum øllum eitt sterkari inntøkugrundarlag at byggja okkara tilveru á.