Náttin er Ung í miðbýnum

Rúsfría tiltakið Náttin er Ung er enn einaferð á skránni, men hesaferð verður miðbýurin í Havn karmur um tónleikin Margarinfabrikkin er enn einaferð farin undir tónleika tiltakið Náttin er Ung.

Sum seinna tiltak í røðini, verður hetta heldur øðrvísi, enn tað undanfarna tiltakið, sum var fyrst í mars.

 

Fyrsta tiltakið var á Høllini á Hálsi, men hetta tiltakið, verður í miðbýnum í Havn. Bogi Andreasen sigur soleiðis um broytingina.

- Eg haldi, at tað er upplagt at hava tiltakið í miðbýnum, og tað serstakliga, tá ið Margarinfabrikkin er høvuðsfyriskipari av tiltakinum, sigur hann.

 

Skráin er ikki tilrættisløgd enn, men staðfest er, at tiltakið verður 2. mai.