Náttarravnaløta hvørt leygarkvøld í vetur


Hvørt leygarkvøld í vetur fer útvarpið at senda eina undirhaldssending. Vertirnir eru eisini kendir, men í løtuni vita teir ikki reiðiliga, hvat teir skulu kalla sendingina, hóast ?Prosjekt leygarkvøld? fyrstu ferð fer í luftina um tvær vikur


 

 

Útvarpssending

 

Føroyski lurtaraskarin kann aftur í vetur gleða seg til hoyra nakrar kendar røddir hvørt leygarkvøld, tá tann ?nýggja? undirhaldssendingin fer av bakkastokki um tvær vikur. Røddirnar eru sum áðurnevndu kendar. Tveir útvarpsvertir sita hvørt leygarkvøld í útvarpsstovuni frá kl. 22.10 til 01.00. Tó verður tað ikki teir somu tveir, sum fara at sita aftanfyri mikrofonina hvørja viku. Teir vera tríggir, ið fara at skifta um at sita í útvarpsstovuni. Talan er um teir tríggjar Heðin Arge, Rúna Jákupsson og Bjarna Mohr.

 

Allir tríggir hava royndir innan útvarpsarbeiði. Onkur teirra kann óivað eisini kalla seg bæði slóðbrótara og pioner innan undirhaldsøki í útvarpinum.

 

Hesir tríggir hava valt at fara undir at gera undirhaldssendingar hvørt leygarkvøld í vetur. Uppkastið til sendingarnar er framvegis í stoypiskeiðini, og tað eru heldur ikki teir mest tíðindafróðu menninir, sum vit hitta hetta hóskvøldið. Navnið á sendingini er framvegis ikki ásett, men teir tríggir eru allir klárir yvir hvat navn, tey flestu helst seta í samband við komandi sendingarnar.

 

 

 

Playlist

 

Uppkastið til sendingarnar er higartil komið so mikið ávegis, at tað er fastlagt, at í útvarpsstovuni skulu tveir vertir sita hvørt leygarkvøld. Hin triðji kemur tó framvegis at vera knýttur at sendingunum í tann mun, at hann kemur at luttaka í fyrireikingunum til sendingina. Sum skilst, so krevja tílíkar sendingar sera nógva fyrireiking. Serliga eru tað tær so kendu spurnarkappingarnar, sum kunnu leingja um arbeiðsdagarnar. Og eitt slag av einari spurnarkapping verður eisini í sendingunum í vetur.

 

Hóast teir framvegis sita og tingast um hvussu og hvat í sambandi við komandi sendingarnar hjá teimum, so er tað tó fastlagt, hvat tímin eftir midnátt skal nýtast til.

 

Tað verður gjørdur ein sokallaður playlisti. Hesin góði listi fer at innihalda sangir, sum eru frammi í tíðini umframt klassikarar, sum gott kunna verða spældir einaferð enn. Sangirnir á listanum eru sjálvsagt valdir út av teimum trimum vertunum. Møguleiki verður so hjá lurtarunum at ynskja sær eitt lag av playlistanum, sum kemur at liggja frammi á heimasíðuni hjá útvarpinum, og listin fer eisini væntandi at innihalda heilt fitt av sangum. Lurtararnir kunnu ynskja sær eitt lag við at senda eitt teldubræv, men tað fer eisini at bera til at ringja inn og fáa varpa sína kvøðu beinleiðis kring oyggjarnar.

 

Teir tríggir ásanna, at hópin av sendingum eru, har fólk kunnu ringja ella skriva inn og ynskja sær eitt lag, men teir haldu tó, at tað er pláss fyri hesum tímanum hjá teimum.

 

Hetta við at lata fólk ringja ella skriva inn er eisini nakað, sum er roynt áður, eitt nú í spurnarkappingunum og Beatbox.

 

Tað eru lurtararnir sum eiga heiðurin av tílíkum táttum, sigur Heðin Arge.

 

 

 

 

 

Heðin er boss

 

Við borðið hetta hóskvøldið sita teir tríggir Bjarni, 28, Heðin, 35, og Rúni, 27. Vit eru staddir í køkinum hjá Útvarpi Føroya.

 

Fyrsti spurningurin er sjálvandi, um hetta nú eru nýggjar Náttarravnasendingar. Spurningurin fær eina heldur misjavna móttøka, og svarið er eitt millumting millum ja og nei.

 

-Vit hava ikki givið sendingini nakað navn. Higartil arbeiða vit bara undir heitinum ?Prosjekt leygarkvøld?, men hetta verður ikki eins og náttarravnasendingar, hóast hesar sendingarnar á sumum økjum sjálvandi fara at líkjast, sigur Rúni Jákupsson.

 

Allir tríggir vita væl, at fólk fara at seta hesar sendingarnar í samband við tær kendu náttarravnasendingar frá fyrr.

 

Tá prátið fer at snúgva seg um, hvør teirra hevur tað avgerðandi orðið, tá onkur træta stingur seg upp, so hyggja teir báðir, Bjarni og Rúni, beinanvegin at Heðini.

 

-Eg havi nú gjørt tílíkt í so nógv ár, at tað gevur mær eina ávísa magt, sigur Heðin Arge, og hinir báðir eru ikki ósamdir við honum.

 

Heðin byrjaði við at gera náttarravnasendingar leygarkvøld fyri átta árum síðani. Fyri trimum árum síðani kom Rúni uppí. Seinasta vetur, tá var tað Bjarni, sum saman við einum øðrum, skipaði fyri einari leygarkvøldssending.

 

-Tá vit byrjaðu uppá Náttarravnarnar, so rakti tað veruliga eitt turt stað, og havi eisini merkt ein ógvuliga stóran og breiðan lurtaraskara øll árini, sigur Heðin Arge.

 

Hvussu sendingin kemur at eita er framvegis ikki alment greitt, men mestir verður tað ein góður blandingur av ravnum og leygarkvøldssendingini.