Náttarkaving á Kaldbaksfirði

Hósdagin hin 3. november verður enn ein roynd gjørd at seta heimsmet í náttarkaving. Hetta verður 7. árið á rað, at henda royndin verður framd. Kvøldarkav - ella vanliga rópt náttarkav - verða kring allan heimin.

Tórshavnar Froskmannafelag sigur í tíðindaskrivi, at umleið 3000 kavarar úr ymskum londum fara ætlandi undir kav klokkan 20.09 hóskvøldið hin 3. november. 31 ára gamli, Tone Svee Dahl úr Fredrikstad í Noreg, er stigtakari til royndina eftir heimsmetinum. Hon samskipar royndina hjá teimum ymisku lokalu fyriskiparunum til hetta serliga tiltak, sum kring heimin verður rópt Diver's Night.

- Endamálið við Diver's Night er at vísa á kavaraítróttina, at savna kavarar og kavarafeløg kring allan heimin og at vísa, hvussu spennandi og avbjóðandi hendan ítróttin er - allar árstíðir - og allar tíðir á degnum, sigur felagið.

Diver's Night byrjaði í 2005, tá eitt landsumfatandi náttarkav varð fyriskipað í Noreg. 351 kavarar kavaðu samstundis runt alt Noreg. Í 2006 øktist luttakaratalið til 898 við luttakandi kavarum úr Noreg, Svøríki og Danmark á 93 ymiskum støðum. Í 2007 varð náttarkavið hildið í Noreg, Svøríki, Danmark, Estlandi, Íslandi og Svaldbard við tilsamans 1895 kavarum í sjónum á 138 ymsum støðum.

Hetta er so fjórða árið, at Føroyar luttaka, og tað er Tórshavnar Froskmannafelag, næst elsta froskmannafelag í Norðurlondum, ið skipar fyri.

- Tiltakið er ókeypis, og limaskapur er als eingin treyt fyri at luttaka, bert ein hevur hóskandi kavaraprógv og útgerð. Vit vóna at síggja kavarar úr øllum landinum, sigur felagið.

Lagt verður aftrat, at kavað verður í Kalbaksfyri eins og gjørt hevur verið seinastu tvey árini. Møtt verður klokkan 19, tí øll skulu skrásetast og verða komin undir kav klokkan 20.11. Eisini er møguleiki at taka skrásetingarskjal niður frá heimasíðuni hjá Tórshavnar Froskmannafelag og fylla tað út, áðrenn tiltakið byrjar.

- Sum siður er í sambandi við Divers Night eru øll, sum luttaka og hjálpa til á sjógvi og landi við í luttakasti um fleiri góðar vinningar. Eftir kavið eru øll vælkomin í Føroya Sjósavn at fáa sær okkurt heitt at eta og drekka. Møguleiki verður eisini hjá nýggjum limum at tekna seg, sigur Tórshavnar Froskmannafelag í tíðindaskrivi.