Nýtt yrkingasavn argar

Eitt heldur illfýsið orðaskifti hevur tikið seg upp um eitt nýtt føroyskt yrkingasavn, har ein ummælari ávarar móti at stuðla slíkum fúlum, pedofilum og svínskum lesnaði á føroyskum

»Jahve kemur aftur - úr døprum tonkum og svørtum vónloysi« er heitið á nýggjum yrkingasavni hjá Agnari Artúvertin. Saman við savninum hevur yrkjarin sent út eina ávaring móti, at konufólk fáa fatur á útgávuni. Sambært Agnari Artúvertin fara tær nevniliga ikki at tola at lesa óvanliga sterku og bersøgnu yrkingarnar í savninum. 



Pedofilt svínarí 

Tann fyrsti at argast inn á savnið var tó eitt mannfólk. Í umrøðu av savninum á Vágaportalinum fær rithøvundurin og tíðindamaðurin Ólavur í Beiti nevniliga vaml av tilsipingunum í yrkingunum til pedofili og blóðskemd. Umrøðuna savnar Ólavur í Beiti undir yvirskriftini »Ein barnalokkari bekennir kulør«

Í aftursvari í Oyggjatíðindum vísir yrkjarin Agnar Artúvertin á, at gamaní kann brotið, sum Ólavur í Beiti sipar til, tulkast pedofilt - men tað merkir ikki tað sama sum at yrkjarin er pedofilur, men harafturímóti at røddin í savninum brúkar pedofili at fáa sín boðskap fram.

Hóast Ólavur í Beiti er tilvitaður um, at sterku orðingarnar kanska eru ein máti hjá yrkjaranum at gerast kendur, kann tað ikki umbera hetta sjúka og skitna søluátakið eftir hansara tykki.

- Sjálvur fari eg heldur ikki at geva honum nakað viðmæli, men eitt mótmæli og ávaring um ikki at stuðla slíkum fúlum, pedofilum og svínskum lesnaði á føroyskum, skrivar Ólavur í Beiti. 


Ússaligt

Yrkjarin Agnar Artúvertin heldur tað hinvegin vera órímiligt, at ummælarin grundar sína niðurstøðu á einstøk, leysrivin brot í savninum.

- Tað, at Ólavur í Beiti tekur eina reglu úr mínum yrkingasavni og brúkar hana móti mínum persóni, er sera ússaligur framferðarháttur, tá ein ætlar at sorla ein annan niður, skrivar harmi yrkjarin.

»Jahve kemur aftur - úr døprum tonkum og svørtum vónloysi« er 50 blaðsíður og er at fáa í bókhandlum kring landið. Tað er forlagið Gwendalyn, sum gevur út.

Savnið hevur yrkjarin ognað løgmanni.