Nýtt Windows um trý ár

Ofta hava viðskiftafólkini ilskast um, at nýggju útgávurnar av Windows-stýrisskipanini hava verið seinkaðar. Nú eru boðini tó púrasta greið. Nevnlinga at avloysarin til Windows Vista skal verða tøk um trý ár. Navnið á nýggju skipanini verður Windows 7, og verður talan um eina skipan, sum kann nýtast á bæði 32- og 64-bit teldum. Hóast Microsoft hevur staðfest tíðarmarkið upp á trý ár, vil teldurisin enn ikki seta eina neyva dagfesting á, nær nýggja skipanin kemur.