Um einar fjúrtan dagar ella so, letur flakavirki í Nólsoy uppaftur. Hesaferð er tað ikki sum flakavirki, men sum eitt vakstrarhús fyri smolt.
Eigararnir av Smoltstøðini í Svínoy hava keypt gamla flakavirkisbygningin í Nólsoy og eru nú í ferð við at leggja seinastu hond á umbyggingarnararbeiði.
Í framtíðini verður smolt frá smoltstøðini í Svínoy flutt til Nólsoy tá tað er um 30 gr. til støddar, og so er ætlanin at tað skal ganga í kørum í Nólsoy í umleið tríggjar mánaðir.
Tá tríggir mánaðir eru farnir er ætlanin, at smoltið skal vera vaksið til uml. 100 gr. og tá verður tað sett út á streymasjógv.
Orsøkin til hetta ótraditionella stig er, at smoltstøðirnar kring landið hava effektiviserað sítt virksemi nógv, men effektiviseringin hevur ikki bara havt positivt árin. Lús og keðiligt veður hevur havt stóra deyðiligheit við sær, og tað vilja eigararnir av Smoltstøðini í Svínoy nú gera nakað við.
Ov lítið tá tað
verður sett út
? Fyri nøkrum árum síðani byrjaðu smoltstøðirnar at effektivisera, og tað hevði við sær, at alibrúkini eisini fóru at seta fisk út um heystið. Men kombinatiónin við smærri smolti, keðiligum heystveðrið og lús hevur havt havt við sær, at deyðiligheitin á smoltinum, sum verður sett út um hesytið er øgiliga høg, og tað er tað, sum vit vilja sleppa undan, sigur Bogi Jacobsen.
Bogi sigur eisini, at hagtøl prógva, at ein alt ov stórur partur av fiskinum, sum vevrður settur út um heysti doyr, og tað er ov dýrt tá til stykkis kemur.
? Orsøkin til tað er, at smoltið er so lítið. Effektiviseringin hevur annars tað við sær, at fiskurin kann takast eitt ár fyrr, men sum støðan er nú fer ov nógv til spillis. Smoltið er so lítið og ógvuliga sárbært. Vektin er bert um 30 gram tá tað verður sett út um heystið og av tí sama, so hevur smoltið lítið at standa ímóti við, sigur Bogi Jacobsen.
Hann vísir á munin á veðrinum um summarið og um veturin og leggur afturat, at tað sigur seg sjálvt, at tað smoltið sum verður sett út um veturin fær ein harðan umgang.
Nólsoy verður
barnagarður
Tað er fyri at bøta um deyðshagtølini og sjálvandi eisini fyri at betra um ta samlaðu úrtøkuna, at teir nú fara undir nýggja virksemi í Nólsoy.
? Tú kanst siga, at smoltstøðin í Svínoy er vøggustovan og at virkið í Nólsoy er barnagarðurin hjá Smoltinum, sigur Bogi Jacobsen.
Annars vil Bogi Jacobsen einki siga um hvussu nógv teir hava goldið fyri gamla virkisbygningin í Nólsoy.
? Vit fingu tilboðið at keypa bygningin, og tað gjørdu vit, tí vit fingu hann rímuliga bíliga. Hann var í sera sera ringum standi. Takið var illa farið og tað lak illa. Av somu orsøk var virkið illa farið innan eisini, sigur Bogi Jacobsen.
Síðani er virkið umvælt, og tvey stór kør eru sett upp at hava fiskin í.
Hvørt karið tekur um 100 túsund smolt og tá tey skulu ganga í okkurt um tríggjar mánaðir í kørunum, so merkir tað, at uml. 800 túsund smolt fara gjøgnum gamla flakavirkið í Nólsoy um árið.
? Men tað er sum virkið sær út nú. Vísa royndirnar, at hetta er rætta loysnin, so er ikki óhugsandi, at tað verður útbygt, sigur Bogi Jacobsen.
Umbygt fyri 2 mió
Hóast tíðindafróur, so vil Bogi Jacobsen einki siga um hvat teir máttu gjalda fyri gamla virkisbygningin í Nólsoy.
Hann dregur á bæði tá vit spyrja, men váttar kortini, at talan var um eina lutfalsliga lítla upphædd.
Harafturímóti hevur hann einki í móti at siga, at umvælingin higartil hevur kostað um 2 mió. krónur.
? Men tá hava vit eisini skift tak, tikið onkrar veggir niður og eisini keypt kørini,s igur Bogi Jacobsen.
Ein møgulig útbygging kemur tí ikki at kosta teimum eins nógvan pening, men Bogi roknar við, at hon kemur at kosta eina góða millión.
? Men tað er eigin orsøk at tosa um tað nú, tí nú skal hetta fyrst standa sína roynd, sigur Bogi Jacobsen.
Fyrstu tíðina vera tvey arbeiðspláss á virkinum, men við tíðini kann hetta gerast til munandi fleiri, sigur Bogi Jacobsen.
Verður virkið útbygt, so er ikki óhugsandi, at eini fimm fólk fara at arbeiða fast á virkinum, men Bogi nevnir eisini møguleikan fyri, at teir fara at vaccinera á virkinum í Nólsoy.
? Í løtuni verður allur fiskurin vaccineraður í Svínoy, men tað kann hugsast at vit flyta ein part av tí arbeiðinum til Nólsoyar. Gera vit tað, so kunnu vit rokna við, at tað verður tørvur á fleiri starvsfólkum, sigur Bogi Jacobsen at enda.