Føroyska songkvinnan, Guðrun Sólja Jacobsen, gevur út nýggja tónleikaútgávu í komandi mánaði.
Í tí sambandi hevur hon gjørt eitt videolag til tann eina av teimum fýra sangunum, sum eru á EPini.
Videolag er gjørt til sangin If I Could, sum er ein sangur, ið Guðrun Sólja Jacobsen hevur gjørt til beiggja sín. Upptøkurnar eru gjørdar av Lene Drachmann og fóru fram seint í summar í Suðuroy.
Guðrun Sólja Jacobsen hevur skrivað If I Could saman við Mariu Guttesen og Lene Drachmann.
Niðanfyri sæst nýggja videolagið.










