Yvir hundrað fólk vóru til móttøku fríggjadagin 25. mai í sambandi við at nýggja ráðgevandi verkfrøðingavirkið PB Consult er sett á stovn.
PB Consult, heldur til í stóra virkisbygninginum á Heykavegi 6b á Hálsi, har Fiskimálaráðið eisini heldur til. Felagið er eitt ráðgevandi verkfrøðingavirki, sum veitir ráðgeving innan HVS-skipanir, ventilatiónsskipanir, vatnveitingar og vatnreinsiverk, kloakkleiðingar og kloakkreinsiverk, fjarhitaskipanir, sprinklaraskipanir, køvigasskipanir, projekteringsleiðslu og byggileiðslu.
Tað eru verkfrøðingarnir Bjarni Jakobsen og Pætur Húsgarð og sum eiga og reka fyritøkuna. Teir hava ávikavist 11 og og 18 ára royndir frá ráðgevandi verkfrøðingavirkjum, bæði Føroyum og uttanlands.
Tað er nógv virksemi í byggivinnuni í løtuni og í stuttari røðu á móttøkuni har boðið var vælkomin, varð m.a. upplýst, at felagið longu hevur nógv at gera og at virksemið hjá felagnum er munandi størri enn roknað var við áðrenn felagið varð sett á stovn. Uppgávurnar eru bæði fyri almennar og privatar byggiharrar.
Felagið hevur útvegað sær nýggjastu tøknina, sum hoyrir til á einari nýmótans teknistovu, so sum Autocad, lit-kopi maskinu og ein stóran og sera skjótan plottara, til útprentan av stórum tekningum.
mg