Í nátt verða filmsheiðurslønirnar, sum hava almenna navnið Academy Award of Merit, latnar. 24 sonevnar Oscar heiðurslønir standa upp á spæl.
Frá klokkan eitt í nátt er stóra Oscar showið á skránni á Dolby Theatre í Hollywood, og hátíðarløtan verður sum vant sjónvarpað kring allan heimin.
Fyrstu Oscar heiðurslønirnar vóru givnar í 1929, og síðani eru fólk og feløg innan filmsídnaðin heiðrað við meira enn 3000 Oscar heiðurslønum.
Jimmy Kimmel er vertur fyri showið.
Seinasta heiðurslønin í nátt verður latin ársins besta filmi, og hesir filmar eru í uppskoti:
Call Me by Your Name
Darkest Hour
Dunkirk
Get Out
Lady Bird
Phantom Thread
The Post
The Sahpe of Water
Three Billboards Outside Ebbing, Missouri