Nýtt vatnreinsiverk á Hellunum

Tað var formaðurin í hellunevndini, Elibert Kerá, sum trýsti á startknøttin, tá Hellurnar fingu nýtt vatnreinsiverk mánadagin. Umboð fyri Fuglafjarðar býráð, býráðsfyrisitingina og vatnmeistarin í kommununi vóru hjástødd saman við fólki úr bygdini, tá Hellurnar í gjár fingu nýtt vatnreinsiverk.

Veðrið var av tí besta, og bygdarfólkini høvdu dekkað kaffiborð í túninum frammanfyri lítla og snotuliga húsinum, sum hýsir vatnreinsiverkinum.

Borgarstjórin í Fuglafjarðar kommunu, Sigurð S. Simonsen og varaborgarstjórin, Dánjal Vang, søgdu nøkur orð og fegnaðust um, at nú eru viðurskiftini við drekkivatninum á Hellunum komin upp á pláss, eins og kloakkviðurskiftini komu í rættlag í fjør.

Næsta stigið er nú at gera ruskplássið á Hellunum nøktandi.

Jórun Eið Johannesen, limur í hellunevndini, takkaði vegna bygdarfólkið býráðnum fyri tað, ið gjørt er og helt fyri, at nú kann hon óttaleys seta vatnkannuna á borið - uttan at blanda saft uppí.

Á heimasíðuni hjá Fuglafjarðar kommunu verður sagt, at íroknað lendiskeyp er samlaði kostnaðurin fyri vatnreinsiverkið á Hellunum umleið 530.000 krónur.