Tað er nú greitt, at Javnaðarflokkurin fær eitt nýtt valevni á býráðsvalinum í november. Tað er Birita Baldvinsdóttir Iversen, sum fer at stilla upp fyri Javnaðarflokkin á býráðsvalinum.
Hon sigur í eini fráboðan í kvøld at tað, hon leggur størst dent á, at eldrarøktin og umstøðurnar hjá børnun í dagstovnum.
Og so heldur hon eisini, at ítróttarfeløgini skulu hava bestu sømdir, tí tey hava so stóran týdning fyri trivnað og heilsu hjá børnum og ungum.
Annars er hon gift við Jóanisi Iversen og tey eiga fimm børn og búgva á Spógvavegnum í Havn. Sjálv er hon sjúkrarøktarfrøðingur á Tjarnagarði.