Tað hevur gingið stak illa hjá Holbæk í donsku 2. deild, síðani fyrrverandi føroyski landsliðsvenjarin Henrik Larsen tók við sum venjari í vár. Felagið lá klárt á odda í triðbestu donsku deildini, men nú eru hini liðini av álvara farin at nærkast, tí Holbæk hevur tapt fleiri dystir. Um vikuskiftið gjørdist tað til enn eitt vónbrot, tá ið Holbæk tapti 4-2 ímóti botnliðnum B93. Holbæk er hóast tapið framvegis fremst í 2. deild eystur.