Nýtt uppisjóvarskip fekk góða móttøku í Vági

Í dag kom nýggja skipið Nýborg á Vág og nógv fólk vóru og tóku ímóti.

Seint seinnapartin í dag kom nýggja uppsjóvarskipið Nýborg á Vág. Tað er Ocean Group Faroes í Vági, sum hevur keypt skipið úr Danmark. Á djúphavnini í Vági vóru nógv fólk komin saman til móttøku, skrivar Suðurrás í dag. 

 

- “Orðið á borðið” frá Frelsunerherinum í Vági sang nakrar sangir, meðan skipið legði at. Síðani flutti Alex Vilhelm, reiðari, fram røðu og greiddi frá um skipið og um hvussu reiðaríið hevur strembað fram ímóti hesum degi.  Dennis Holm, borgarstjóri, flutti eisini fram røðu og ynskti reiðaríi, skipi og manning bestu eydnu á leiðini. Og áðrenn fólk fóru umborð, hevði John í Skemmuni orðið, og bar fram røðu og heilsu, skrivar Suðurrás. 

 

 

Nýborg er at kalla klár at fara til fiskiskap. Onkur smáting skulu gerast klár, áðrenn skipið loysir, og verður hetta ætlandi seinnapartin týsdagin. Martin Midjord verður skipari á Nýborg, skrivar Suðurrás.