Nýtt umfar av Hvonn Live

Leygarkvøldið fer Rás2 undir eina nýggja røð av Hvonn Live send­in­gum.

Hvonn Live eru sendingar, sum Rás2 sendir beinleiðis av Hvonn í Havn. Í sendingunum eru sam­røður við aktuellar gestir, kjak, undirhald og liv­andi tónleikur.
Í fyrstu sendingini í heyst, sum verður leygarkvøldið, vitja borg­ar­stjór­arnir í Tórshavnar og Klaks­víkar kommunu, Heð­in Mort­en­sen og Gunvá við Keldu. Prátað verður við tey um upp­liv­ing­ar sum borg­ar­stjór­ar, spurt verður hvat tey halda um hvørt annað, og so skulu tey eisini kappast í spurn­ar­kapp­ing, har tey skulu gita spurn­ingar um um komm­un­una hjá hvørjum øðrum.
Nýggi krinvarpsstjórin Dia Mid­jord verður eisini gestur í send­ing­ini, og fyrrverandi fót­bólts­spælarin Ingi Højsted greið­ir frá um sína fótbóltstíð við nógv álvarsomum skað­um.
Dreingjabólkurin All-In, sum í summar hevur hittað við sang­i­num Vanja, hevur sína fyrstu live-framførslu. Teir syngja bæði stóra hittið og ein spildurnýggjan sang. Eis­ini fer Bárður Johannesen at spæla live.
Vertir í sendingini eru Rann­vá Gaard Fossaberg og Eyð­un Klakstein.
Hvonn Live verður leyg­ar­kvøl­d­ið kl. 20.00