- Eg eri fegin um, at verdigheitin við handli okkara verður førd víðari við yngri kreftum. Fyritøkan verður nú meiri lagað til nútíðina, sigur Gissur Patursson. Sjálvur hava hann og Hans Korsgaard selt partapening sín í fyritøkuni 3?arin Group bæði til Høgna Zachariasen, sum heldur fram sum stjóri og til SMS.
Einki verður nevnt um keypsprís av fyritøkuni, sum fevnir um handlarnar Expert, Imerco og Klokkuna.
Tað er helst so, sum Gissur tekur til: - Fyritøkan hevur gott orð á sær. Vit høvdu helst fingið munandi meiri fyri hana, um vit bíðaðu í nøkur ár við at selja.
- Nú hava vit latið upp í hendurnar á yngri fólki at reka hana víðari, sigur maðurin, sum hevur havt sítt pláss í SMS í samfull 30 ár.
Hóast Gissur nú hevur selt sín part, sleppur hann kortini ikki fyritøkuni heilt. Hann fer at halda fram sum nevndarformaður í ?3?arin Group?.
Enn er avgerð ikki tikin um, hvørt navnið skal broytast, nú eitt ættarliðsskifti er farið fram í SMS.