Í nógv ár hava genturnar og kvinnurnar í Froðbiar Sóknar Róðrarfelag vunnið ógvuliga nógv.
Á norðoyastevnu vunnu hvørki Hulda ella Firvaldur kappingarnar millum 5-mannafør við gentum og 5-mannafør við kvinnum.
Men tað letur til, at eitt nýtt ættarlið av røskum róðrargentum er á veg á Tvøroyri.
Hulda vann barnaróðurin millum gentur. Hetta var fyrsti róðurin av øllum í Klaksvík ídag.
Tað var stór kapping millum Huldu og Ingibjørg hjá Havnar Róðrarfelag. Á málinum var Hulda tað umleið eitt hálvt sekund millum tveir teir fremstu bátarnar.
1 Hulda 2.46.14
2 Ingibjørg 2.46.45
3 Rókurin 2.51.36
4 Tambar 2.52.04
5 Dúgvan 2.54.29
6 Karin 2.55.31
7 Heykur 2.58.33
8 Ørnin 2.59.24
9 Fiskurin 3.01.20
10 Títlingur 3.03.35
11 Sílið 3.08.41
12 Beinta 3.10.05
13 Blikur 3.14.12
Mynd: Froðbiar Sóknar Róðrarfelag










