Nýtt ítróttarøki til øll í Havn

Nú verður farið undir næsta ítróttarøkið í Havnini. Byrjað varð á Glaðsheyggi, og verður nú hildið fram í vesturbýnum – í teirri viðarlundini, sum manna millum hevur verið rópt “Viðarlundin í Prestlág” í nánd av Venjingarskúlanum.

Tað er Tórshavnar kommuna, ið eigur hesa skógfriðaðu viðarlundina, ið er umleið 1 hektara í vídd, og sum varð sett á stovn miðskeiðis í 1970-árunum.

Í 2011 søkti Tórshavnar kommuna Skógfriðingarnevndina um loyvi at seta útgerð upp at íðka ítrótt í hesi viðarlundini, eftir sama leisti sum teirri á Glaðsheyggi – og við nógvum fyrimunum:

Ein atgongd varð gjørd inn frá gongubreytini á vestaru síðu á Frælsisvegnum, og er tí lætt atgongdur hjá mongum, stutt er til fleiri p-øki, bussleiðin støðgar beint við, og stutt leið hevði verið hjá mongu stovnunum í grannalagnum (t.d. Skúlin á Trøðni, Læraraskúlin, Fróðskaparsetrið) at nýtt útgerðina.

- Verkætlanin at seta útgerð upp til at íðka ítrótt verður væntandi liðug í summar, verður upplýst av Umhvørvisstorvuni.

Mynd: Økið á Glasheyggi verður dagliga brúkt bæði av ungum tilkomnum og gomlum. Nú verður lagt til brots í vesturbýnum (Mynd:Umhvørvisstovan)