Fríggjakvøldið verður Náttin er Ung aftur í Havn. Tað eru ungdómshúsini í Tórshavnar kommunu, sum skipa fyri tiltakinum. Hesa ferð verður tiltakið í miðbýnum, tvs. Í Margarinfabrikkini og í Tjóðpallinum.
Náttin er Ung er ætlað ungum í 7.,8. og 9. Flokki. Tiltakið er frá kl. 21 01, og er ókeypis.
Nýggi ungi bólkurin úr Hoyví,k Frank og Frankar, fara at framføra í Tjóðpallinum og Dj Sunflower og Vj vera í stórum tjaldi á økinum uttan fyri Margarinfabrikkina.
Margarinfabrikkin verður hetta kvøldið ein partur av Náttin er Ung, men letur tó upp kl. 20.00









