Býarlívið í London hevur givið íblastur til spildurnýtt tónleikaverk eftir Páll Sólstein, sum verður frumframført á Heystkonsertunum hjá Aldubáruni um vikuskiftið
Til næstan hvørja konsert hjá Aldubáruni er ein frumframførsla, og Heystkonsertin 2008 er einki undantak.
Tónasmiðjurin hesaferð er hornspælarin Páll Sólstein, sum fekk hugskotið at skriva eina trio bygd á býarlívið í London, eftir at Aldubáru Málmblásara Trio hevði verið á konsertferð í bretska høvuðsstaðnum.
Nýggja trioin verður frumframførd á heystkonsertunum hjá Aldubáru Málmblásara Trio, sum vera um vikuskiftið.
Fyrra konsertin verður í leygardagin 27. í Leikalund í Klaksvík.
Seinna konsertin verður í Norðurlandahúsinum í Havn sunnudagin 28. september kl 16.
Konsertinar vara umleið 60-70 minuttir og eru uttan steðg.