Nýtt tónleikatilboð til ung í Klaksvík

ListaRok er navnið á nýggjari royndarverkætlan í Klaksvík, har ung, sum eru áhugað at spæla og skapa tónleik, kunnu fáa serkøna vegleiðing og hjálp. Tilboðið er í Dávavirkinum í Klaksvík, og Hans Edward Andreasen stendur á odda

Klaksvíkar kommuna og konservatoriútbúni tónleikarin, Hans Edward Andreasen, hava sett sær fyri at gera nakað ítøkiligt fyri at menna tónleikin í Klaksvík.

Royndarverkætlanin, sum hevur fingið navnið ”ListaRok”, hevur til endamáls at geva ungum møguleika at royna ymisk ljóðføri, sum vónandi kann føra við sær, at nakrir nýggir, fjølbroyttar og spennandi tónleikabólkar fara at síggja dagsins ljós.

Hans Edward Andreasen, sum fleiri kenna frá tónleikabólkinum The Dreams, fer at leggja teimum ungu lag á, skrivar Klaksvíkar kommuna.

Við sínum drúgvu tónleikaroyndum og við at skriva løg, umframt kandidatprógv í kompositión og sangskriving, hevur Hans Edward Andreasen bestu fortreytir fyri at vegleiða og hjálpa ungum tónleikarum í gongd.

Hansara uppgáva verður frálæra í ymiskum ljóðførum, vegleiðing og samskipan. Harumframt fer hann at hjálpa bólkunum við samstarvi, sum er ein týðandi partur, tá ein tónleikabólkur skal skipast, skrivar Klaksvíkar kommuna.

Longu nú eru fimm bólkar tilmeldaðir, og eru teir mannaðir av bæði gentum og dreingjum.

Tilboðið er ætlað ungum í aldrinum 13-18 ár. Møguligt er at tilmelda seg sum einstaklingur ella sum bólkur, og neyðugt er ikki at eiga ella duga at spæla á nakað ljóðføri, áðrenn meldað verður til.

Møguligt verður at venja tríggjar dagar um vikuna, men neyðugt er at bíleggja tíð í venjingarhølinum frammanundan.