Nýtt starv sum tekniskur stjóri

? ? ?

Tórshavnar kommuna samtykti á eyka býráðsfundi mikukvøldið 15. oktober 1998, at normera eitt nýtt starv sum tekniskur stjóri.

Hetta er ein liður í broytingunum av umsitingarliga bygnaðinum hjá Tórshavnar kommunu, sum eftir ætlan skulu vera lidnar fyri ár 2001.

Tekniski stjórin verður limur í leiðslubólkinum hjá kommununi. Í leiðslubólkinum vera borgarstjórin, býráðsskrivarin, tekniski stjórin og seinni trivnaðarstjórin.

Høvuðsuppgávurnar hjá tekniska stjóranum verða at stjórna tekniska økinum, herundir byggideildin og tekniska deildin. Brennistøðin, sløkkiliðsstøðin og Tórshavnar havn hoyra eisini til økið hjá tekniska stjóranum, men tó sum sjálvstøðugar eindir.

Endamálið við at seta ein felags stjóra er m.a. at samskipa arbeiði millum deildirnar betur og harvið betra um tænastuna mótvegis borgarunum.

Lýst hevur verið eftir tekniskum stjóra í bløðunum um vikuskiftið, og ætlanin er, at hann skal taka við starvinum 1. januar 1999.

Miðað verður eisini eftir at broyta politiska bygnaðin í samsvar við broytingarnar í umsitingarliga bygnaðinum. Hesum arbeiðir ein bólkur við umboðum úr øllum flokkum í býráðnum við í løtuni.