Hoyr nýggjasta lagið hjá Høgna Reistrup her. Í næstum kemur Høgni Reistrup á marknaðin við triðju útgávu síni. Henda kallast »Samrøður við framtíðina« og fæst til keyps tann 18. november. Men tær nýtist ikki at bíða heilt so leingi, um tú forvitnast eftir, hvussu nýggju tónarnir hjá Høgna Reistrup ljóða.
Hann hevur nevniliga í dag lagt fyrsta staklagið á YouTube. Hetta ber spyrjandi heitið »Hvør segði hetta var endin«. Heilt nýtt er lagið kortini ikki, tí fyri tveimum mánaðum legði Høgni Reistrup upptøkur frá venjingarhølunum út, tá hann vandi sangin saman við royndum tónleikarum sum Høgna Lisberg, Knút Háberg Eysturstein, Ísak Sambleben, Janus Rasmussen og Janus Kampmann.
Seinnapartin í dag legði Høgni Reistrup útgávuna av sama sangi út, sum nú eins og restin av fløguni er liðugt. Staklagið kanst tú hoyra her: www.youtube.com/user/reistrup










