Nýtt spilloljuverk á Hagaleiti í Leirvík

Annika Olsen fekk á landsstýrisfundinum týsdagin undirtøku fyri at geva IRF tilsøgn um at fara í gongd við at byggja nýtt spilloljuverk á Hagaleiti í Leirvík Núverandi spilloljuverk á Kamsdali er niðurslitið og lýkur als ikki umhvørviskrøvini til útlát. Verkið er alt ov lítið, og kann ikki virka sum nakar góður tilbúgvingarliður í sambandi við oljudálking, tí tað einans megnar at taka ímóti 3500 rúmmetrum um árið, og er hetta loft longu rokkið árliga.

Landsstýriskvinnan fegnast um, at tað nú verður farið undir at byggja eitt nýtt verk, har dentur í stóran mun verður lagdur á tey umhvørviskrøv, sum eru galdandi. Tað nýggja verkið kemur at liggja við síðuna av IRF brennistøðini á Hagaleiti, og fer at nýta fjarhitan frá brennistøðini. Eisini verður møguligt at leiða roykútlátið frá verkinum gjøgnum brennistøðina og roykreinsingina.

Nýggja verkið fer at taka ímóti umleið 12000 rúmmetrum av spillolju um árið, og hevur sostatt ríkiliga viðgerðarorku til dagligu nøgdirnar, samstundis sum lagt er upp fyri, at nøgdirnar kunnu økjast, umframt at verkið kann virka sum móttøkuliður í eini tilbúgvingarstøðu.

At byggja eitt nýtt verk er eisini eitt arbeiðsskapandi tiltak, og fer verkið at kosta umleið 15 - 20 milliónir krónur.