Nýtt spælipláss í Kollafirði

Tey klíva, reiggja og sveiggja. Nú er seinasta hond løgd á spæliplássið í skúlagarðinum í Kollafirði. 

 

Í góðveðrinum í gjár vóru nógv børn úti og royndu nýggja spæliplássið, sum leiðsla og starvsfólk á skúlanum hava tikið stig til.

 

Býráðið hevur játtað peningin til verkætlanina, sum lagt er upp fyri í fíggjarætlanini fyri 2017.

 

Felagið Sp/f við Sjógv hevur sett útgerðina upp.