Í seinastu viku varð nýggja íslendska verjuskipið til Íslands úr Kili, har tað varð smíðað.
Skipið eitur þór og hevur seinastu dagarnar siglt bygd av bygd í landinum. Stórslignar móttøkur hava verið, og ein fjøld av fólki hevur vitjað umborð.
Skipið kostaði góðar 217 mió. føroyskar krónur.
Tá ið þór kom til Reykjavíkar, hingu eina góða løtu fleiri tyrlur yvir skipinum.
Islendingar fegnast um stásiliga skipið, men tað eru eisini tey, sum ikki skilja, at landið hevur ráð til at gera so stóra iløgu og aðrar við, tá ið landið er skuldarbundið, og fólk líða neyð.