Nýtt skeið um »deyðan«!

   

Hvat hendir okkum tá vit doyggja?

Hetta heitið verður viðgjørt á skeiðum hjá Jehova Vitnum í Føroyum í februar og mars.

Skeiðið fevnir millum annað um, hvussu læran um eina ódeyðiliga sál er vorðin ein høvuðslæra í nærum øllum heimsins trúarsamfeløgum.

Tað kemur umframt inn á, hvat Bíblian sigur um sálina, hví vit doyggja, hvat støðan hjá teimum deyðu er, hvør vónin um lív eftir deyðan er, og hví tað er neyðugt at kenna sannleikan um hesar spurningar.

Áhugað kunnu ringja til kunningartænastuna hjá Jehova Vitnum um nærri upplýsingar á tlf. 371021 um ókeypis skeiðtilfar, og hvar og nær skeiðini vera, verður sagt frá Jehova Vitnum.