Ein av heilt stóru súksessunum á G! festivalinum í fjør var ungi diskarin úr Porkeri, Bjørn Hentze Bech. Hann spælir gamlan tónleik frá 50- og 60'unum, og á setlistanum er alt frá Elvis til Hvalbiarbrøðurnar. Hann skal aftur spæla í Fjósinum í kvøld, og hann ætlar sær heilt vist at endurtaka súksessina.
Festivaldebutin í fjør var merkt av iva og illveðri, men júst hesi bæði tingini vístu seg at ganga upp í eina hægri eind hetta kvøldið. Vátu festivalgestirnir leitaðu sær nevniliga lívd inni í fjósinum í oysandi regninum, og har syrgdi Bjørn fyri at taka øll fólkini aftur til 50'ini.
##med2##
- Tað var proppað inni í fjósinum, so har var øgiliga gott lív í. Eg hopi, at tað eisini fer at regna í kvøld, flennir ungi porkeringurin við einum glimti í eyganum.
- Nei tvætl! Eg vóni, at fólk vera við upp á tað og koma framvið. Eg fari at spæla 50- og 60'ara rokk n'roll og nakrar føroyskar slagarar eisini. Tað verður eitt skiftandi flow í, og so byggi eg stemningin upp. Tá fáa fólk høvið til at flippa út, twista og dansa, men eisini slappa av, sigur Bjørn Hentze Bech.
Men kanska tað verður eitt sindur ringt at savna stóru mannamúgvuna, tí eg spæli samstundis sum Fatboy Slim. Tað er eitt sindur hørð kapping, men tvass, tað verður gott, og eg fari at gera tað besta, eg kann, sigur Bjørn Hentze Bech.
Tað verður á midnátt - klokkan 00:00 - at Bjørn verður at hoyra í Fjósinum; og hann ætlar sær at spæla til langt út á náttina.