Nýtt sjóverjuskip vitjar

Í morgin kemur nýggja, danska sjóverjuskipið Knud Rasmussen á Havnina Skipið, sum er smíðað á Karstensens Skibsværft í Skagen, er góðar 71 metrar langt og smáar 15 metrar breitt. Tað skal fyri tað mesta gera tænastu við Føroyar og Grønland. Manningin telur 18.

Tað var Jóannes Eidesgaard, løgmaður, sum gav nýggja skipinum navn tann 22. septembur í fjør.

Nú skipið vitjar á Havnini, sleppur almenningurin umborð, tí sunnudagin er opið skip frá klokkan 14 til 16.