Nýtt sjónbandalag frá Huldu

Í dag hevur føroyska elektropoppsongkvinnan Hulda slept einum nýggjum staklagið. Lagið eitur Vit rakna...

 

Handan heitið Hulda er Rannvá Helenudóttir. Nýggja lagið, Vit rakna, hevur hon framleitt saman við Sakaris Emil Joensen, sum eisini er væl kendur innan føroyska elektropoppheimin.

 

Fyri góðum árum síðani gav hon fyrstu útgávu síni HuldaSound, men hon hevur verið virkin síðani tá eisini. 

 

Nú er so enn eitt staklag klárt. Hulda hevur sjálv skrivað orð og lag, hon og Sakaris Emil Joensen hava framleitt lagið í felag og Kjartan Magnussen hevur framleitt sjónbandið.

 

Annar tónleikur hjá Huldu er at finna her.

 

 

Í dag, 27. jan., kemur nýgga føroyska staklagið "Vit rakna" hjá HULDA út saman við einum tekstaðum sjónbandalagið