David Bowie tekur Oscarstjørnur við í sítt nýggja sjónbandalag til staklagið "The Stars (Are Out Tonight)" frá fløguni "The Next Day".
Tað er Oscar-vinnarin Tilda Swinton, sum er við í sjónbandalagnum hjá Bowie.
Sjónbandalagið vísir Bowie og Swinton sum eitt vakurt par við einum vøkrum lívið, og ummælarar siga, at sjónbandalagið er hugtakandi og samstundis øðrvísi, tí tað ger upp teir traditionellu kynsleiklutirnar.
Umframt Bowie og Swinton eru eisini Andrej Pejic og Saskia De Brauw, sum bæði eru kend frá mótaheiminum. Sjónbandalagið til "The Stars (Are Out Tonight)" er framleitt av Floria Sigismondi, sum áður hevur gjørt sjónbandaløg fyri The White Stripes og The Cure.
Nýggja fløgan hjá David Bowie "The Next Day" kemur á marknaðin 11. mars.










