Nýtt Sjálvstýri í Klaksvík ætlar sær størri lista hesuferð

Nýtt Sjálvstýri í Klaksvík ætlar sær at verða liðugt við listan um eini tvær vikur.

 

Tað gongur væl at fáa fólk, men ætlanin er at fáa ein størri lista enn seinast, tá listin taldi fimm valevnir.

 

Tað er møguligt at hava 15 fólk á listanum, men tað metir Jógvan Skorheim verða ógvuliga ringt at náa.

 

- Vit hava góðar vónir til komandi val, sigur Jógvan Skorheim. Jógvan metir, at tað gongur væl í Klaksvík og at flokkurin hevur borgarstjóran í kommununi, fyri fyrstu ferð í nógv ár, kann eisini verða ein fyrimunur. Tó vil hann ikki siga hvørt tað verður møguligt at vinna tann tað triðja umboðið í býráðnum.

 

Á seinsta valið blivu Jógvan Skorheim og Kristian Eli Zachariassen valdur við ávikavist 230 og 116 atkvøðum.