Fríggjadagin 1. mars verður ráðstevna í Norðurlandahúsinum um familjusambond. Tað er felagsskapurin, MEA, sum skipar fyri. MEA er eitt samstarv við Center for Familieudvikling í Danmark og hevur til endamál at skapa góðar relatiónir millum menniskju, bæði í og uttan fyri parlagið.
- Góð sambond millum menniskju hava stóran týdning. Tá ið okkkurt kemur millum góðu sambondini – tað kann vera ósemjur ella annað – ella tá ið sambond brotna, er sorg og missur ein avleiðing. Alt ov nógv børn og vaksin líða, tí at tey ikki trívast í teirra tøttu sambondum, og tað gongur út yvir tað einstaka menniskja, familjuna og samfelagið bæði nú og í framtíðini, sigur Vígdis Skorheim, ið hevur tikið stig til MEA saman við Center for Familieudvikling í Danmark.
Á skránni til ráðstevnuna 1. mars verða fyrilestrar við millum øðrum Mattias Stølen Due, Salua Manai og umboðum fyri Familjufyrisitingina.
Mattias Stølen Due, ið er útbúgvin sálarfrøðingur og er stjóri á Center For Familieudvikling í Danmark, fer millum annað at tosa um, hví tað er ein góð politisk raðfesting at gera íløgu í familjuna. Eisini fer hann at tosa um samtalubólkar til børn, har foreldrini ikki eru saman. Mattias hevur givið út bókina “Pas på parforholdet - mens I stadig elsker hinanden”
Salua Manai, leiðari á Margarinfabrikkini, sum eisini er útbúgvin námsfrøðingur og var ein av stigtakarunum til samtalubólkar, ið verður nógv brúkt á skúlum og á Margarinfabrikkini, fer millum annað at tosa um teirra royndir við samtalubólkum.
Ein løgfrøðingur á Familjufyrisitingini fer at hava framløgu um foreldramyndugleika og samveru, har serligt fokus verður á samveru, og hvørji tilboð Familjufyrisitingin veitir.
Fyrireikararnir siga, at fyrilestrarnir eru serliga væl egnaðir til allar starvsbólkar, ið arbeiða við børnum og familjusambondum, so sum starvsfólk á dagstovnaøkinum, serøkinum, barnavernd, ungdómsarbeiðið og líknandi.