Náttúruvanlukkan, sum tingmaðurin sipar til, er aftursøkking av tilfari, sum verður tikið upp av botni í sambandi við havnargerð á Oyrareingjum, og sum Heilsufrøðiliga starvsstovan í desember 2006 gav Tórshavnar havn loyvi til at søkkja millum Stong og Eystnes.
Hin 4. mai 2005 samtykti Føroya løgting einmælt nýggju havumhvørvislógina, sum í grein 17 ásetur, at søkking (sum á fremmandum máli verður mevnt dumping) av evnum og tilfari er bannað. Henda áseting er grundað á altjóða sáttmálar, eitt nú London sáttmálan frá 1972 um fyribyrging av havdálking frá dumping av burturkasti o.ø. og OSPAR sáttmálan frá 1992 um verju av havumhvørvinum í Landnyrðingsatlantshavi.
Í grein 18 í lógini loyvdi Løgtingið tó, at loyvt skal verða at søkkja tilfar, sum er tikið upp av havbotninum um mett verður, at hetta ikki hevur týðandi dálking við sær. Henda áseting er eisini grundað á áðurnevndu altjóða sáttmálar, sum loyva søkking av tilfari, sum er tikið upp av havbotninum (á fremmandum máli dredged material).
Tá tað, eitt nú í altjóða umhvørvissáttmálum, er loyvt at aftursøkkja havbotnstilfar, er tað m.a. tí, at um tilfar, sum ikki er egnað til gagnnýtslu, skal burturbeinast uppi á landi, gevur tað ofta størri umhvørvisligar trupulleikar enn um tilfarið verður flutt til annað egnað stað á havbotninum.
Heilsufrøðiligu starvsstovuni er av landsstýrinum í kunngerð álagt at taka avgerð um mál viðvíkjandi aftursøkking, og eru tað tá atlit til náttúru og umhvørvið, sum hava størstan týdning. Sum altíð, í sambandi við almenna fyrisiting, skulu harafturat verða tikin atlit til og ansast eftir, at tað ikki verður álagt borgarunum, í hesum føri umsøkjaranum, óneyðugar byrðar ella útreiðslur.
Í sambandi við málsviðgerðina er eisini álagt Heilsufrøðiligu starvsstovuni at ráðføra seg við m.o. Fiskirannsóknarstovuna fyri at tryggja, at søkkingin er til minst møguligan skaða fyri fisk, fiskiskap, botndjór o.a.
Í loyvinum, sum Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur givið Tórshavnar havn, er m.a. ásett, at mest møguligt av tilfarinum skal gagnnýtast til uppfylling ella annað, soleiðis at tann parturin, sum verður aftursøktur, er so lítil sum gjørligt. Loyvið umfatar tí bara tilfar, sum ikki kann gagnnýtast, og sum tí verður neyðugt at sleppa av við.
Tilfarið, sum loyvi er givið til at søkkja, er kannað fyri dálkandi evni, og varð staðfest, at tilfarið kann søkkjast uttan vanda fyri dálking. Somuleiðis hevur Fiskirannsóknarstovan mett, at tilfarið kann søkkjast millum Stong og Eystnes uttan at nerva fiskiskapin ella skaða fisk, smáverur í sjónum o.a.
Fyri í mest møguligan mun at geva einstaklingum, feløgum og øðrum ávirkan, er ásett í kunngerð, at eitt givið loyvi ikki fær gildi fyrr enn kærufreistin uppá fýra vikur er farin. Somuleiðis verða øll slík loyvi almannakunngjørd soleiðis at tey, sum hava áhuga í málinum, kunnu kæra loyvið til landsstýrismannin.
Um Alfred Olsen metir aftursøkkingina at vera eina náttúruvanlukku, átti hann tí at kært avgerðina til landsstýrismannin áðrenn kærufreistin var úti. Heldur hann ikki, at tílík aftursøkking skal vera loyvd í Føroyum, hevur hann, sum tingmaður, møguleika til at leggja uppskot fyri Løgtingið um at banna aftursøkking. Verður slíkt uppskot samtykt, má tilfarið á frægasta hátt herbergast uppi á landi, og fara tey, sum fáa álagt uppgávuna at fyrisita reglurnar, uttan iva, eftir besta førimuni, at gera hetta soleiðis, at tilfarið verður til minst møguligan ampa ella skaða fyri umhvørvið, eins og Heilsufrøðiliga starvsstovan ger í sambandi við fyrisiting av loyvum til aftursøkking.










