Náttúrusápa upploysir alt

Ein nýggj náttúrusápa verður í hesum døgum marknaðarførd í Føroyum. Oda Fuglø av Viðareiði, sum letur hesa søluna upp í Føroyum, sigur, at hetta eru sápur, sum kunnu nýtast til øll endamál ? líka frá sjálvrøkt til alt gravskitið

Oda Fuglø er kinesologur og hevur selt vørur við vitaminum, urtum og mineralum í yvir tríati ár. Hon hevur fingið eina kvinnu úr Eysturríki, sum hevur marknaðarført hesar vørurnar til Danmarkar, til Føroya at greiða frá vørunum. Kvinnan eitur Anja Tot, og hon fer eisini at greiða frá, hvussu føroyingar kunnu selja og keypa hesar áhugaverdu vørurnar, sum eru so umhvørvisvinarligar.
Oda greiðir frá, at vørurnar kunnu nýtast til sjálvrøkt og pleygu umframt húsliga reingerð. Hartil fáast vørur eisini til vanliga húð og hárrøkt og alt gravskitið.
Tað serliga við hesum vørunum er, at tað eru mineralir í teimum, sum gera, at tær sjálvar niðurbróta seg.
? Tað vil siga, at tað eru ongir kemiskir eftirvirkningar í náttúruni, tá vatnið verður tveitt burtur, sigur Oda Fuglø.
Um ein til dømis skal vaska eina steikipannu, so niðurbrýtur hetta evnið alt feittið so væl, at tað ikki er neyðugt at brúka heitt vatn. Tá tú so skolar hetta í vaskinum, reinsar hetta evnið samstundis avløbið. Nevnivert er eisini, at uppvaskievnið er so gott, at tað eisini kann nýtast til at skola til dømis grønmeti, áðrenn tað skal nýtast til matgerð. Onnur reingerðingsevni eru so til gólv og onnur endamál. Oda hevur sjálv verið umborð á skipum og roynt hesi evni á bæði olju og fiskaroðslu við góðum úrslitum.
Kremini og hárkurarnir, sum eisini eru at fáa, eru ikki bara vanlig húðrøkt, men kunnu eisini vera fyribyrgjandi. Tað vil siga, at mineralini í teimum niðurbróta allar sjúkar kyknur í húðini og fáa hana at síggja fríska út.
? Mineralini eru øll vistfrøðilig og innihalda antioxidantar, sum grøðir kroppin innanífrá og út, sigur Oda og leggur afturat, at ein onnur orsøk til, at vørurnar eru so góðar, er, at tær innihalda flauritir, sum er immunverja hjá blómum og urtum.
Framløgan í Føroyum er ein roynd upp á at gera vart við, at hesar vørurnar eisini kunnu keypast til Føroya, sum jú hevur eitt minni gott umdømi á sær, tá tað kemur til umhvørvismál. Marknaðaføringin av vørunum í Føroyum byrjaði 17. januar. Og tann 23. januar verður framløga á hotel Hafnia frá klokkan 13 til 17 og tann 24. januar í Øravík frá klokkan 15 til 20.