Hesa vikuna, sum jú er heystfrítíðin hjá skúlabørnum, hevur Náttúrugripasavnið sonevndan heystfagnað við bæði uppgávum og spølum til børnini.
Heystfagnaður hevur áður verið á Náttúrugripasavninum, men í ár verður denturin lagdur á tær føroysku blómurnar.
Fýra blómuoyggjar eru bygdar upp inni í framsýningarhølunum. Her kunnu børn leita fram tær ymsu blómurnar og á tann hátt læra um føroysku náttúruna, meðan tey spæla.
Heystfagnaðurin er felags tiltak hjá Náttúrugripasavninum og Jarðfrøðissavninum. Framsýningarnar eru opnar frá mánadegnum 10 oktober til fríggjadagin 14. oktober frá kl. 11 til 16.
Tað er ókeypis atgongd í heystfrítíðini.