Nýtt rok um fiskivinnuna

Tøgnin um nýggjan fiskivinnupolitikk er avloyst av hvøssum viðmerkingum frá vinnuni

Tøgn hevur valdað um arbeiðið hjá nevndini, sum skal gera uppskot til nýggja lóg um vinnuligan fiskiskap.

 

Men nú brast fyri nevi.

 

Fylgibólkarnir báðir - tann vinnuligi og tann politiski - hava nú fingið eitt upprit um, hvat nevndin ætlar at gera.

 

Fyrst og fremst undirstrikar nevndin, at øll fiskirættindi skulu seljast á uppboði. Tað er gjørt nevndini púra greitt í tí arbeiðssetningi, sum landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum hevur givið henni.

 

So nevndin hevur als ikki viðgjørt spurningin um besta loysnin er uppboðssøla ella ei. Uppgávan er at vísa á, hvussu ein uppboðssøla kann gerast.

 

Vinnan er í luftini um hetta og Herálvur Joensen, stjóri í Føroya Reiðarafelag, finst hvassliga at, at uppgávan hjá nevndini hevur verið so bundin.

 

Setnignurin hevur alla tíðina verið, at marknaðartilgongd til fiskivinnurættindini, er partur av arbeiðssetninginum. Tí undrar tað eitt sindur, at júst ein limur í nevndini nú finst at arbeiðssetninginum, sum ananrs hevur verið altment kendur síðani nevndin fór til arbeiðis.

 

Sum ting.fo skilir, so fer ein aprtur av nevndini at koma við einum alternativum uppskoti til lógina, sum mótspæl til teir báðar mátarnar, uppboðssøla av fiskirættindum annars verður skotin upp at gera.

 

Fylgibólkarnir báðir hava fund við nýskipanarnevndina seinni í vikuni og uppskotið skal latast landsstýrismanninum 1.oktober.