Náttúran og menniskjað

Miðsummarhaldið í Klaksvík, sum nú verður fyri 17. ferð, verður hildið jóansøkudag, fríggjadagin 24. juni

Sjálvt um várið og tað sum er farið av sumrinum hevur roynst illa við veðri, so livir altíð vónin um betri veður. Tað er m.a. tí, at vit skipa fyri tílíkum tiltøkum, at fagna summarinum og tí ljósu tíðini, ið sólin og náttúran gleðir okkum við hesa ársins tíð. So sjálvt um vit ikki higartil í ár ikki kunnu siga at vit hava merkt so nógv til summarið, so vilja vit tó fagna summarinum og aftur í ár savnast í Grøvini, har vit hugna okkum saman og gleðast um náttúruna, og tað hon hevur at geva okkum.
Veðurforsøgnirnar siga frá hampiligum veðri, so ikki nýtist nøkrum at setast aftur.
Sum vanligt tendra skótarnir eldarnar kl. 15 í Grøvini, har høvi verður hjá børnum og vaksnum at hugna sær til kvøldið kemur.
Kl. 19 verður miðsummarrøðan, og í ár verður tað Hans Hjalti Skaale, býargartnari, ið fer at halda røðuna.
Eisini verður sungið úr sangheftinum.
Aftaná verður ein gongutúrur út í náttúruna. Seinastu tvey árini hevur túrurin verið niðan á Myrkjanoyrarfjall. Men illa hevur viðrað. Báðu ferðir eru vit ikki komin longri niðan enn á Kjølin, tí tjúkt hevur verið í erva. Í ár verður so roynt fyri triðju ferð.
Skótaliðini í Klaksvík saman við Norðoya Fornminnafelag skipa fyri miðsummarhaldinum. Eisini stuðlar Klaksvíkar kommunu tiltakinum.
Vælkomin til miðsummarhaldið í Klaksvík.